Mentan

Koks varðveitti tvær stjørnur

Á øðrum ári kann matstovan Frammi við Gjónna prýða seg við tveimum reyðum Michelinstjørnum sum tekin um, at matstovan er millum tær allarbestu í Norðurlondum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-02-17 17:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koks varðveitti sínar tvær Michelin-stjørnur, tá Michelin í dag heiðraði teimum bestu matstovunum í Norðurlondum. Koks varð ikki kallað upp á pallin aftur eftir at Poul Andrias Ziska hevði fingið sína grønu, og tað merkir so, at Koks heldur ikki varð uppstigað til tríggjar stjørnur.

Men á hátíðarhaldinum verður ikki nevnt hvørjar matstovur missa stjørnur, og tí var eitt sindur av óvissu, um Koks hevði varðveitt ella mist. Men nú er so staðfest, at Koks framhaldandi hevur tvær Michelin-stjørnur.

Norska matstovan Maemo, sum hevði tríggjar stjørnur, hevur mist sína. Hetta tí at matstovan ikki er opin íløtuni. Sostatt eru bert tvær trý-stjørnaðar matstovur í Norðurlondum, tí ongin nýggj varð tilnevnd í ár. Tær eru Geranium í Keypmannahavn og Frantzén í Stockholm.

Tað merkir so eisini, at Noma í Keypmannahavn heldur ikki fekk ta triðju stjørnuna hesaferð.

Merkisvert er tað, at Danmark onga nýggja eitt-stjørnaða matstovu fekk tillutaða hesaferð. Hinvegin fekk Danmark tvær nýggjar tvey-stjørnaðar, nevniliga Alchemist á Refshaleøen, sum er spildurnýggj, og kom beinleiðis á tvær stjørnur, og so Jordnær, sum fekk eina stjørnu afturat. Eisini Noreg, Re-Naa í Stavanger, og Svøríki, Alöe í Stockholm, fingu nýggjar tvær stjørnaðar matstovur.

Sjey matstovur vórðu tilnevndar eina stjørnu. Og nú hevur Ísland sostatt aftur eina Michelin-matstovu, við tað at Dill, sum misti stjørnuna í fjør, nú aftur er á listanum yvir matstovur við einari Michelin-stjørnu.

Finnland og Svøríki fingu hvør sína tilnevndu eitt-stjørnaðu matstovu, ávikavist Inari og Etoile, og Noreg fekk heili fýra nýggjar eitt stjørnaðar matstovur. Tær eru sushimatstovan Omakase by Vladimir Pak í Oslo, Bare í Bergen. Speilsalen í Trondheimi og so Under í Lindesnæs, sum er rættiliga serlig, tí matstovan liggur 5 og ein hálvan metur undir vatnskorpuni við Lindesnæs Fyr.

Í norðurlondum eru sostatt nú tvær matstovur við trimum Michelinstjørnum, 13 við tveimum stjørnum og 47 við einari stjørnu. 

(rættað kl. 17.47)

Listi yvir Michelinheiðraðu matstovurnar - her sæst eisini hvørjar hava mist

Matstovurnar við grønu Michelinstjørnuni fyri burðardygga matgerð

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder