Innanlands

Eldur í bili: Kollafjarðartunnilin stongdur í ein tíma

Eldur kom í ein bil fyrrapartin, og hann var rættiliga umfatandi, so tí var tunnilin stongdur í ein góðan tíma, men nú er tunnilin opin aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-14 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin varð boðað frá eldi í einum bili inni í Kollafjarðartunlinum, og tí var tunnilin stongdur í ein góðan tíma.

Eldurin var rættiliga umfatandi, og har var nógvur roykur. Ein persónur var í bilinum, og hann slapp úr bilinum í øllum góðum. Talan var um ein vanligan bensinbil, leggur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn afturat.

Eldurin í bilinum varð sløktur stutt fyri klokkan 11, og ein tíma seinni varð boðað frá, at tunnilin var opin aftur.

Dagførd kl. 12.02

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder