Vit kunnu vænta okkum kolandi storm í nátt og fyrrapartin í morgin.
Vindurin fer at vaksa nakað í kvøld, og í løtuni sær út til, at miðalvindferðin fer upp á 26-27 metrar um sekundið, tá tað leikar harðast á einaferð í nátt, segði Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur við útvarpið á middegi.
Vindurin minkar tó aftur í morgin, tá vit nærkast middegi.
Strandferðslan hevur boðað frá fleiri avlýsingum í kvøld og fyrrapartin í morgin, nú boðað verður frá illveðri.
Smyril siglir ikki túrarnar av Krambatanga kl. 18:30 og av Havnini kl. 21:15 í kvøld, og í morgin verða túrarnir av Krambatanga kl. 8:30 og av Havnini kl. 11:00 heldur ikki sigldir.
Siglt verður av Krambatanga kl. 17:30 og av Havnini kl. 20:00, skrivar Strandferðslan.
Fleiri túrar hjá bygdaleiðum eru eisini avlýstir í kvøld.
(Mynd: SSL)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald