2019-12-06 09:02
Nú verður kyrrari hjá bátunum at liggja í bátahylinum í Kollafirði. Settar eru 1,6 mió.kr av til at gera aldubrótara til hylin í Kollafirði.
Hetta samtykti býráðið, tá ið fíggjarætlanin 2020 var fyri á býráðsfundinum hóskvøldið.
Tað er nú nakað síðani, kollfirðingar fingu nýggjan bátadrátt og nýggjar bátabrýr, har ljós, streymur og vatn eisini er til bátarnar.
Pláss er fyri knappliga 70 bátum í bátahylinum í Kollafirði.
- Tórshavnar kommuna
Pláss er fyri knappliga 70 bátum í bátahylinum í Kollafirði.
- Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald