Í gjár varð 62 ára gamli fyrrverandi guerillahermaðurin Gustavo Petro svórin í eið sum forseti í Kolumbia.
Hetta er fyrstu ferð, at ein vinstravendur forseti verður svórin í eið í suðuramerikanska landinum.
Petro lovaði frammanfyri stórari mannamúgvu í høvuðsstaðnum Bogotá, at hann fór at handhevja grundlógina og lógirnar í landinum.
Nýggi forsetin, sum eisini er fyrrverandi senatorur og borgarstjóri hevur sagt, at hansara hægsta raðfesting er at stríðast móti hungurskreppuni í landinum, sum hevur rakt nærum helvtina av teimum 50 milliónunum, sum búgva í landinum.
Sambært Ritzau ynskir hann eisini at taka diplomatiska samráðingarnar við Venesuela uppaftur.
Gustavo Petro yvirtekur forsetaembætið frá 46 ára gamla konservativa Iván Duque, sum var forseti í árunum 2018 til 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald