Uttanlands

Kolumbia: Løgdu hald á 671 tons av kokaini í fjør

Tað er 1,7 tons meira enn í 2021, og er talan um nýtt met

Hermaður í Kolumbia á varðhaldi í Malaga í Kolumbia í 2007 (Mynd: Getty Images)

Hermaður í Kolumbia á varðhaldi í Malaga í Kolumbia í 2007 (Mynd: Getty Images)

2023-01-29 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2022 løgdu myndugleikarnir í Kolumbia hald á 671 tons av kokaini.

Sambært DR vísa tøl frá kolumbiska verjumálaráðnum, at myndugleikarnir løgdu hald á 1,7 tons meira í 2022 samanborið við 2021, og er talan um nýtt met.

Kolumbia er millum heimsins størstu kokainframleiðarar.

Í oktober metti ST, at kokainframleiðslan í suðuramerikanska landinum í 2021 møguliga var tann størsta, felagsskapurin hevði sæð tey 22 árini, hann hevði hildið eyga við støðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder