Innanlands

Koma helst ígjøgnum tíðliga næsta ár

Í síðstu viku vórðu 79 metrar boraðir í alt í Sandoyartunnlinum, og tað resta stutt omanfyri 500 metrar eftir í. Ein gongd í tunlinum hevur seinkað arbeiðnum

Í Traðardali hevur verið borað sum vant - ein gongd hinumegin hevur lagt meinbogar í vegin (Mynd: Sverri Egholm)

Í Traðardali hevur verið borað sum vant - ein gongd hinumegin hevur lagt meinbogar í vegin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-17 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku vórðu 79 metrar boraðir í alt í Sandoyartunnlinum, og nú eru í alt 10.269 metrar av 10.786 metrum boraðir. Sostatt eru nú 517 metrar eftir at bora.

Tað varð borað greitt meira í Traðardali, har tað í alt eru boraðir 5.531 metrar.

Fyrr í mánaðinum rendi toymi seg í eina gongd, sum gongur tvørtur um tvørtur um tunnilin, og hetta seinkaði arbeiðinum á Gomlurætt, tí borað varð styttri fyri hvørja spreingin.

Hetta skrivar Kringvarpið, sum hevur tosað við Teit Samuelsen. Hann sigur við KVF, at ferð er komin aftur á arbeiðið, nú komið er fram við gongini. Tó staðfestir stjórin í tunnilsfelagnum, at seinkingin ger, at tað er ósannlíkt at komið verðu ígjøgnum fyri jól.

Á leinkjuni her ber til at síggja longd og dýpd. Eisini ber til, at fylgja við boringini og síggja á korti, hvussu langt boringin er komin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder