Innanlands

Koma úr Danmark at kanna eldin við Ljósá

Enn er ikki greitt hví eldur kom í virkisbygningin hjá KJ við Ljósá týskvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-12 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstu viku koma serfrøðingar frá brandteknisku deild í Danmark at kanna stóra eldin við Ljósá. 

Eldur kyknaði í vinnubygningi hjá KJ Sandblásing um hálvgun seks tíðina týskvøldið, og ikki fyrr enn beint fyri klokkan tíggju varð eldurin sløktur.

Helvtin av bygninginum fór í eldinum og klædningurin á grannahúsunum, sum KJ eisini eigur, hevur fingið skaða. Eisini fekk ein bilur, sum stóð nærhendis skaða av nógva hitanum frá eldinum.

Ein maður var í bygninginum hjá eldur kom í. Hann varð staddur í hinari síðuni av bygninginum og eldurin kom sum skilst óvart á mannin.

Enn kennir man ikki orsøkina til hví eldurin kyknaði, sigur løgreglan.

Sí eisini: Myndir: Bygningurin við Ljósá illa farin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder