Uttanlands

Komandi bretski forsætisráðharrin verður funnin 5. september

Higartil hava 11 persónar boðað frá, at tey eru við í stríðnum um at loysa Boris Johnson av – fleiri kunnu koma í dag

Ein av teimum, ið bjóða seg fram at avloysa Boris Johnson, er fyrrverandi heilsumálaráðharrin, Sajid Javid (Mynd: EPA)

Ein av teimum, ið bjóða seg fram at avloysa Boris Johnson, er fyrrverandi heilsumálaráðharrin, Sajid Javid (Mynd: EPA)

2022-07-12 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvør skal verða forsætisráðharri í Stórabretlandi eftir Boris Johnson? Svarið fáa vit tann 5. september.

Tað upplýsti konservativi flokkurin í Bretlandi í gjárkvøldið, sambært Reuters.

Higartil hava 11 konservativir politikarar boðað frá, at tey eru við í stríðnum um at gerast nýggjur formaður fyri flokkin, og harvið nýggjur stjórnarleiðari í Bretlandi.

Í dag verður alment latið upp fyri tilnevningum. Tað krevjast 20 stuðlar fyri at stilla upp til formansvalið, upplýsir Graham Brady, ið er formaður fyri sokallaðu 1922-nevndina í flokkinum, fyri BBC. Eftir dagin í dag er ikki møguligt at vera við í formansstríðnum.

Í morgin er ætlanin at hava fyrsta atkvøðuumfar millum limirnar í undirhúsinum. Annað umfar verður hósdagin, og tá er ætlanin, at funnið skal verða fram til teir tveir persónarnar, sum hava størstu undirtøku millum limirnar í undirhúsinum.

Síðan verður uratkvøða millum allar limir floksins millum hesar báðar persónarnar, og roknað verður við, at úrslitið liggur klárt í byrjanini av september, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder