2020-10-09 18:20
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú eru bara 18 fólk í Føroyum, sum eru staðfest positiv við covid-19. Hini eru staðfest frísk aftur.
728 kanningar vórðu gjørdar í gjár, men eingin teirra var positiv. Tá flest fólk hava verið smittað í Føroyum við korona vóru 147 fólk staðfest positiv, men her skal havast í huga at útlendskir trolarar, sum lógu við bryggju í landinum og høvdu tilburðir umborð, taldu við.
Sambært almennu tølunum eru 112 fólk í sóttarhaldi men eingin er innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald