2019-02-02 13:47
Mynduleikarnir í Egyptalandi hava í dag upplýst, at eitt gravkamar við umleið 40 mumium er funnið í landspartinum Minya. Hetta skrivar AP tíðindastovan.
Tað er ikki greitt enn, hvussu gamlar gravirnar eru, men tað verður hildið at tær eru frá Rómverjaríkinum ella tí Bysantinska ríkinum.
Egyptarar høvdu siðvenju at gera slík gravkømur og at binda líkinini inn.
Sagt verður, at mumiurnar eru í góðum standi, og minst tíggju av teimum eru børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald