Innanlands

Kommunan bjóðar til fund um broytingarnar á dagstovnaøkinum

Tórshavnar kommuna bjóðar øll starvsfólk á dagstovnunum í kommununi til kunningarfund í Auluni í Finsen

Finsen (Savnsmynd)

Finsen (Savnsmynd)

2019-11-13 13:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku samtykti Tórshavnar býráð at broyta bygnaðin á dagstovnaøkinum soleiðis, at dagstovnarnir verða skipaðir í smærri leiðslueindum. Eisini samtykti býráðið eina hækking av starvsfólkanormeringunum á dagstovnaøkinum.

Nú bjóðar Tórshavnar kommuna so øll starvsfólk á dagstovnunum í kommununi til fund.

Á fundinum verða starvsfólkini kunnað um broytingarnar, sum verða framdar á dagsstovnaøkinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Fundur verður í Auluni í Finsen hesar dagar:

Hósdagin 14. november kl. 10.30

Hósdagin 14. november kl. 15.00

Týsdagin 19. november kl. 10.30

Týsdagin 19. november kl. 15.00

Mikudagin 20. November kl. 15.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder