Innanlands

Kommunan bjóðar út øki til leiguútbúðir

Ætlandi skulu 48 leiguíbúðir byggjast við Miðhorn í Havnardali

2020-10-29 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna fer nú at bjóða eitt øki við Miðhorn í Havnardali út í almennari sølu. Ætlanin er, at 48 leiguíbúðir skulu vera í økinum umframt sethús.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at keyparin av ognini skal prosjektera útstykkingina, soleiðis at samlaða byggingin er skipað í eini heild í mun til lendið og felagsøki. Økið skal skipast við atliti at atkomuviðurskiftum fyri øll, bæði í byggingini sjálvari og í mun til atkomu- og ferðsluviðurskiftum í økinum.

Tilmælið frá umsitingini var, at umsitingin fær heimild at bjóða økið við Miðhorn út í almennari sølu, at útbjóðingin skal skipast í tvær verkætlanir, sum eru sethúsaøki og íbúðarbygging til leigu.

Hesum hevur ein meiriluti í teknisku nevnd, byggi- og býarskipanarnevndini og nú fíggjarnevndini tikið undir við. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

Í fíggjarnevndarnevndini atkvøddu umboðini í Javnaðarflokkinum ímóti, tí tey vilja hava nøkur viðurskifti viðvíkjandi atgongdini og nærleikanum til landsvek upp á pláss áðrenn arbeiðið verður boðið út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder