Innanlands

Kommunan keypir bygningarnar hjá T. F. Thomsen

Býráðið á Tvøroyri samtykti í kvøld at keypa søguligu bygningarnar fyri 4,4 milliónir krónur

(Mynd: Tvøroyar kommuna)

(Mynd: Tvøroyar kommuna)

2021-03-08 22:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvøroyar býráð hevur í kvøld samtykt at keypa ognarnar eftir A/S T. F. Thomsen á Tvøroyri.

Søguliga sæð er her talan um millum teir mest áhugaverdu bygningar í landinum, sum lýsa politisku søguna um Kongaliga Einahandilin; vinnusøguna um tá Føroyar fóru frá landbúnaði til fiskivinnu; søguna um Føroya fyrstu veruligu arbeiðarastætt; um Føroya fyrstu fakfeløg og um tað mentanar- og ítróttarlív, sum spratt á Tvøroyri og seinni kring um í Føroyum, skrivar Tvøroyar kommuna á heimasíðuni.

Fyrrverandi eigarin, Sp/f Coldstream, hevur boðað kommuni frá, at felagið ynskti at selja allar ognirnar til Tvøroyrar kommunu, tí teir hava áhuga í, at ognin verður varðveitt í sínum uppruna. Sagt var, at teir mettu at Tvøroyrar kommuna er rætti eigarin, ið kann tryggja at ognirnar verða varðveittar í andanum og ynskinum hjá Poul Hansen sála, ið andaðist í 2019, og sum keypti hesar í 2010, við áhuga fyri at ognirnar blivu varðveittar.

Tvøroyrar kommuna hevur síðani 2010 leiga part av einum av pakkhúsinum til ungdómshús, og nú tað stóð kommununi í boði at keypa alla ognirnar fyri kr. 4,4 mió, valdi umsitingin at leggja uppskotið fyri býráðið.

Ætlanin er fyri fyrst, at fremja nakrar umvælingarnar á Gl. Kgl. Handilin og Pakkhús nr. 5, og at ognirnar annars vera nýttar til alment gagnligt endamál, og vera karmur um mentanarlig tiltøk, til gagn fyri fólk og bý.

Eisini er ætlanin at fríðkað um fiskaplássið og fremja tillagingar, til frama fyri ferðsluna í miðbýnum, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder