Í sambandi við at Tórshavnar kommuna er í gongd við at byggja hádeild til Sankta Frans Skúla á økinum við Varðagøtu har Stella Maris Vøggustova var, hevur kommunan gjørt avtalu við KFUK um keyp av lendi.
Talan er um 372 fermetrar, ið skulu brúkast til at fáa vegaatgongd til økið, har parkeringspláss til nýggja skúlan skal gerast, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Fyri at fáa samanhangandi matrikklar, keypir KFUK afturímóti 92 fermetrar frá kommununi.
Tórshavnar kommuna ger nú parkeringspláss við skúlan og til KFUK.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Nicolina Højgaard, leiðari í KFUK, skrivaðu undir avtaluna í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald