
Tórshavnar kommuna yvirtók í gjár kranan hjá Suðurstreymoyar Úróðrarfelag. Útróðrarfelagið varðveitir tó brúksrættin til kranan. Tórshavnar havn eigur eisini teir seks egningarskúrarnar.
Kári Johansen, formaður í havnarnevndini sigur, at hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá útróðrarmonnunum, tí raksturin kann ofta vera tungur. Samstundis verður farið undir at gjøgnumganga og dagføra egningarskúrarnar - har tað sum er eru eini til tvey leigumál í hvørjum og frystarí - soleiðis at rúm kann verða fyri fleiri leigumálum.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald