Innanlands

Kommunufelagið: Góðar royndir av at basa óljóði frá skipum

Fimm mátingar eru gjørdar higartil í ár av skipum, ið hava ligið við føroyska havn, sum ikki eru mátað fyrr, og har tað hevur mett, at tay eru til ampa. Tvey av teimum vóru omanfyri núverandi markvirðið, meðan tvey onnur hava fingið upplýst, at tey ikki lúka stigvíst lækkandi markvirði. Umráðandi er, at havnirnir framhaldandi fáa upplýsingar og klagur frá borgarum, skrivar Kommunufelagið

- Havnirnar hava eftir reglugerðini møguleika at gera mátingar, tá ið tær meta tað hóskandi. Skal reglugerðin virka eftir ætlan, er eisini neyðugt at borgarar gera vart við seg, um skip koma til bryggju og halda nógvan gang. Nú kann longu staðfestast, at fýra útav teimum fimm, ið mátað eru í ár, ikki kunnu ella fara um eina tíð ikki at kunna liggja við bryggju í Føroyum (Mynd: Kommunufelagið)

- Havnirnar hava eftir reglugerðini møguleika at gera mátingar, tá ið tær meta tað hóskandi. Skal reglugerðin virka eftir ætlan, er eisini neyðugt at borgarar gera vart við seg, um skip koma til bryggju og halda nógvan gang. Nú kann longu staðfestast, at fýra útav teimum fimm, ið mátað eru í ár, ikki kunnu ella fara um eina tíð ikki at kunna liggja við bryggju í Føroyum (Mynd: Kommunufelagið)

2022-04-07 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir eitt tíðarskeið við 273 royndarmátingum í heyst hevur felagskommunala reglugerðin um óljóð frá skipum nú virkað síðani ársskiftið. Og staðfestast kann at arbeiðið við hesum hevur munað.

Soleiðis skrivar Kommunufelagið í í tíðindaskrivi í dag - hetta hóast ikki meira enn fimm mátingar vórðu gjørdar

-  Hóast fimm mátingar ikki ljóða av nógvum, so var í flestu førum góð orsøk at koma á staðið. Tvey skip vóru omanfyri núverandi markvirðið, meðan tvey onnur hava fingið upplýst, at tey ikki lúka stigvíst lækkandi markvirðini hetta fram til 1. januar 2025. Øll hesi skip mugu tí gera ábøtur ella broytingar, um tey vilja hava varandi virksemi við føroyska havn.

Havnirnar hava eftir reglugerðini møguleika at gera mátingar, tá ið tær meta tað hóskandi. Skal reglugerðin virka eftir ætlan, er eisini neyðugt at borgarar gera vart við seg, um skip koma til bryggju og halda nógvan gang. Nú kann longu staðfestast, at fýra útav teimum fimm, ið mátað eru í ár, ikki kunnu ella fara um eina tíð ikki at kunna liggja við bryggju í Føroyum. 

Mannagongdin er tann, at koma klagur um skip, sum ikki eru ljóðmátað áður, so verður ljóðmáting gjørd skjótast gjørligt. Ofta hava havnirnar førleikan at gera mátingarnar sjálvar, men um neyðugt biðja tær sær hjálp frá øðrum havnum ella privatari fyritøku.

Havnarmeistarar kring landið boða harumframt frá, at teir hava varhugan av, at fleiri skip longu hava gjørt umvælingar, sum hava minkað um óljóðið. Hetta kann hava samband við vaksandi almenna áhugan fyri hesum øki og tað arbeiði, sum hevur verið í gongd, at gera eina felags reglugerð fyri alt landið. Í øllum førum eru royndirnar, at fleiri skip, sum áður hava verið til ampa, hava munandi lægri ljóðstøði enn í royndartíðini, skrivar Kommunufelagið 

- Tó er enn væntandi, at nøkur skip afturat fara leggjast afturat listanum, so hvørt sum vertíðirnar skifta. Havnirnar halda tí fram at taka ímóti upplýsingum og klagum frá borgarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder