Innanlands

Kommunulæknafelagið: Hevur tú ikki átrokandi heilsutrupulleikar - ring so ikki 1870

Læknavaktin verður munandi skerd, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava tikið undantøkini aftur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-11-02 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kommunulæknafelagið boðar í kvøld frá, at nú sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í verkfalli uttan undantøk, verður læknavaktin munandi skerd.

Roknast kann við langari bíðitíð, og kommunulæknafelagið mælir fólki, sum ikki hava átrokandi heilsutrupulleikar frá at ringja til 1870.

Fráboðanin frá Kommunulæknafelag Føroya er soljóðandi:

Vegna verkfallið, sum Sjúkrarøktarfelag Føroya hevur lýst at verða galdandi fyri teirra limir, sum arbeiða í læknavaktini, verður hervið neyðugt at kunna um, at tænastustigið í læknavaktini verður munandi skert.  

Kommunulæknavaktin er partur av tilbúgvingini í Føroyum, og tí skal kommunulæknin svara telefonini, tá ið borgarin ringir í neyðstøðu við lívshættisligari sjúku ella skaða soleiðis, at sjúkrabilur ella tyrla kann fara eftir viðkomandi. Vanliga fær vaktarlæknin hjálp til tess frá sjúkrarøktarfrøðingum. So leingi hendan hjálpin ikki er til staðar, verður sera avmarkaður møguleiki hjá borgaranum at koma í læknavaktina til viðtalu. Metir læknin um telefon, tað verða neyðugt við nærri kanning fyri álvarsligan heilsutrupulleika, verður sjúkraflutningstænastan boðsend, ella verður viðkomandi biðin um sjálv/ur at fara á skaðastovu á sjúkrahúsunum til nærri kanning.   

Kommunulæknafelag Føroya noktar limum sínum at átaka sær verkfalsrakt arbeiði. Tí verða fleiri læknar ikki settir í læknavaktina til t.d. at taka telefonina. Roknast kann við langari bíðitíð, og tí eru vit tíverri noydd til at mæla fólki, sum ikki hava átrokandi heilsutrupulleikar, frá at ringja 1870. 

Vit harmast almikið um íkomnu støðuna og vóna at partarnir í stríðnum sum skjótast finnað eina virðiliga loysn á trætuni, soleiðis at heilsuverkið aftur kann tæna borgaranum í Føroyum á nøktandi hátt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder