
- Vegna nógva misskiljing verður gjørt vart við, at eingin verður noktaður læknahjálp frá Læknaviðtaluni á Strondum. Øll, sum hava bráðfeingis tørv á læknahjálp, sleppa frammat hjá lækna sama dag. Øll hava møguleika at ringja 477040, og harvið verður avgerð tikin til hvussu farast skal fram.
Hesi boðini legði Sjóvar kommuna út á heimasíðu sína í gjár. Tað kom í kjalarvørinum av boðunum mánadagin, har tað í kunningarskrivi frá kommunulæknaviðtaluna varð gjørt greitt, at øll sum møta til viðtalu eiga at hava eina negativa PCR-kanning, ið ikki er eldri enn 92 tímar - tímarnir eru taldir frá tí testin er tikin.
Hendan áheitanin kemur av tí, at tað framvegis eru nógvir tilburðir av Covid-19 í Føroyum, verður skrivað. Hon er galdandi fyri tey, sum ikki eru koppsett, eru koppsett og børn. Snartestir verða ikki góðkendar.
Til seinast kemur kommunulæknaviðtalan við Strondum við einari aðrari áheitan:
- Samstundis heita vit á fólk,um at fáa til vega eitt Coronapass. Vit heita á tey, sum enn ikki eru koppsett fyri Covid-19, um at fáa hetta gjørt.
Síðani hendan greinin kom út, eru omanfyrinevndu greinarnar á heimasíðuni sjovar.fo strikaðar (Dagført: 13.16)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald