2021-06-02 07:50
Hvalbiar kommuna heitir nú á borgarar um at spara uppá vatnið.
Í fráboðan á heimasíðuni hjá kommununi stendur soleiðis:
– Fyri at tryggja at vit hava nokk av vatni, verður hervið heitt á allar borgarar um at spara uppá vatnið.
Eisini Kvívíkar kommuna hevur heitt á borgarar í Leynum um at spara uppá vatnið, tí vatntrot er í bygdini.
Kommunan mælir eisini borgarum í Leynum til at kóka drekkivatnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald