
Í seinastu viku var tað Vága kommuna, ið heitti á sínar borgarar, um ikki at lata vatn renna óneyðugt. Orsøkin var áhaldandi frost, sum gjørdi at vatnmongdin, sum rennur í brunnarnar hjá kommununi, var minkað munandi.
Veðrið hevur verið áleið tað sama seinastu vikuna, og nú hava aðrar kommunur eisini mælt sínum borgarum til at spara vatn.
Eysturkommuna skrivaði soleiðis á heimasíðu sínari í gjár:
- Eysturkommuna heitir á borgarar og virkir um at royna at spara uppá vatnnýtsluna, nú kuldi er. Hetta orsakað av, at vatngoymslurnar hjá kommununi eru um at vera tómar
Í dag skrivar Runavíkar kommuna, at borgarum verður mælt til at spara vatn - serliga í Søldarfirði og í Funningi. Orsøkin er frost.
Nú er tó lýggjari í veðrinum, og regn verður íhvussu er sunnudagin, sambært forsagnunum
Veðrið sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald