Innanlands

Kommunur skulu virka fyri, at havumhvørvið verður minni dálkað

Tórshavnar kommuna fer at seta fleiri átøk í verk til tess at verja havumhvørvið og minka um t.d. plastdálking

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-15 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 11. – 13. oktober var Tórshavnar kommuna við á KIMO ráðstevnu í Velsen í Hollandi.

Vegna Tórshavnar kommunu luttók forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Turið Horn, og eitt umboð frá Umhvørvisdeildini, skrivar kommunan á heimasíðuna.

KIMO er ein felagsskapur millum strandakommunur, har arbeitt verður við at havumhvørvið verður dálkað minni. Kommunufelagið og Tórshavnar kommuna eru limir úr Føroyum.

Hvørt ár ger aðalfundurin eina yvirlýsing av einum ella fleiri málum, sum kann vera ein hóttan fyri havumhvørvið. Hesi hava undanfarin ár m.a. snúð seg um smáplast frá graslíkisvøllum, smáplastdálking sum heild og landstreym til skip, sum liggja við bryggju.

Á fundinum í ár varð luftdálking frá skipum, og bingjur, sum farmaskip missa fyri borð, tikin upp.

KIMO fer at arbeiða við betri luftgóðsku, og at meiri umhvørvisvinaligar loysnir verða brúktar í skipum, og við at fyribyrgja at bingjur enda á sjónum, og at kommunur kunna fáa endurgjald, tá ið slík óhapp henda.

Í Tórshavnar kommunu verður hvørt ár skipað fyri fleiri ruddingum, og hagtølini, sum kommunan hevur innsavnað, vísa, at nøgdirnar av burturkasti vaksa. Í ár vórðu beint oman fyri tvey tons savnaði inn á árligu strandaruddingini, umframt tað, sum var tikið upp á ruddingardøgunum í mai og á altjóða ruddingardegum í september.

Sum limur í KIMO fer Tórshavnar kommuna at seta fleiri átøk í verk til tess at verja havumhvørvið og minka um t.d. plastdálking. Hetta samsvarar eisini við umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, sum ásetur, at tilfeingið skal vera í ringrás, plastnýtslan skal minka og at lívið í sjónum og við sjóvarmálan ikki verður dálkað, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder