Innanlands

Kommunurnar eystan Múla skoðaðu verkið

Hvannasunds og Viðareiðis kommuna vóru í vikuni í nýggju tunlunum Norð um Fjall. Ein spennandi tíð fyri framman, verður sagt

Nýggju tunlarnir loysa gomlu tunlarnar frá 1965 og 1967 av (Mynd: Hvannasund.fo)

Nýggju tunlarnir loysa gomlu tunlarnar frá 1965 og 1967 av (Mynd: Hvannasund.fo)

2022-03-11 18:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk bjóðaði í gjár Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu at síggja gongdina í arbeiðinum við nýggju tunlunum Norð um fjall.

Hvannasunds kommuna skrivar á heimasíðuni, at tað var ein góð og áhugaverd vitjan. 

- Vit kunnu ikki siga annað enn, at ein spennandi tíð er fyri framman, verður sagt.

Talan er um tveir tunlar. Árnafjarðartunnilin, sum er millum Ánirnar og Árnafjørð, er 1961 metrar langur. Hvannasundstunnilin sum er millum Árnafjørð og Norðdepil er 2265 metrar langur.

Eftir ætlan skal skulu tunlarnir verða lidnir í 2024. Samlaða metingin í verklagslógini er 522 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder