Innanlands

Kommunurnar fingu 137,5 milliónir krónur meira inn í skatti áðrenn 1. desember

Samanborið við 1. desember í 2018 er tað ein vøkstur á 8,14 prosent

2019-12-05 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samanlagda talið í ár er 1 milliard og 820 milliónir krónur, og tað er næstan líka nógv sum alt 2018. Hetta skrivar Kringvarpið.

Tað er bert Fámjins kommuna , sum hevur fingið minni inni. Talan er um eina skattainntøku, sum er 80.000 krónur minni inni í skatti pr. 1. desember í ár í mun til 1. desember í fjør. Hetta er 3,4 prosent.

Kringvarpið skrivar eisini, at 138,5 milliónir krónur fleiri eru komnar inn í landskassar seinasta árið og 9,3 milliónir fleiri í kirkjuskatti. 

Alt hetta hongur millum saman annað saman við, at fólkatalið er støðugut vaksandi í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder