Innanlands

Kommunurnar seta upp kanningarstøð í Vágum

Møguligt verður hjá vágafólki at verða kannað á havnarlagnum í Miðvági í kvøld – í fyrstu atløgu verður kannað tríggjar dagar um vikuna í tríggjar vikur

2021-11-11 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at seta upp eina kanningarstøð fyri covid-19 í Vágum. Hetta er eftir ynski frá borgarum í Vágum, sum hava brúkt nógva orku og tíð at skula av oynni til kanningar í Havn ella aðrastaðni í landinum.

Í samráð og við ráðgeving frá Sjúkrahúsverk Føroya, hevur Vága kommuna átikið sær uppgávuna at standa fyri eini kanningarstøð í Vágum. Kommunan hevur sett fólk at samskipa tíðir, pota, skráseta, skaffa verndarútgerð, heinta kanningarútgerð til hvørja kanning og til at senda royndirnar til greiningar.

- Hetta er møguligt, tí vit eru signaði við dugnaligum fólki í kommununi, sum hava førleikarnar og kunnu átaka sær uppgávuna, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Í fyrsta umfari, átaka Vága kommuna og Sørvágs kommuna á seg allar útreiðslurnar av kanningarstøðini. 

Eftir góðu royndina frá sunnumorgninum, tá umleið 500 fólk lótu seg kanna á brandstøðini inni á keiini, varð mett, at stórur tørvur er á eini kanningarstøð í Vágum. Tí hevur verið arbeitt við málinum við eini kanningarstøð, har kannað verður nakrar ferðir um vikuna í eitt tíðarskeið.

Fyribils verður eftir ætlan kannað tríggjar ferðir um vikuna í tríggjar vikur, men við fyrivarni av, at støðan kann broytast og eftir hvør tørvurin verður.

Eins og sunnudagin verður einvegis ferðsla við omankoyring frá Giljanesi, og av keiøkinum verður útkoyring móti Miðvági. 

- Vónandi fer hetta at lætta um hjá okkara borgarum, so ikki verður neyðugt at brúka nógva orku og tíð hjá teimum at fara til Havnar ella aðrastaðni í landinum, fyri at lata seg kanna seg fyri covid-19, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder