Kommunufelagið ynskir at fáa at vita, hvørjar ætlanir nýggja landsstýrið hevur í mun til tann kommunala geiran, og tí hevur felagið biðið um fund við løgmann.
Tað sigur Dennis Holm, formaður í kommunufelagnum við Útvarpið.
Tað var 10. oktober, at kommunufelagið sendi eina umbøn um fund, og felagið hevur eisini fingið váttað, at umbønin er móttikin, men enn eru eingi fundarboð komin frá løgmanni.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur við Útvarpið, at hann ætlar sær á fund við kommunurnar, men fyrst má hann finna útav, hvat fíggjarlógaruppskotið fyri 2020 kemur at innihalda.
Eftir tingfundin mánadagin, fer fíggjarnevndin hjá løgtinginum at hava fund, har nevndin fer at leggja til rættis arbeiðið við uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald