Innanlands

Kommunuskrivstovan flytur norður aftur á Oyrarbakka

Meðan kommunuskrivstovan í Sunda kommunu er høvuðsumvæld hevur verið húsast í fyribils hølum í Hósvíkar skúla

(Mynd: Sunda.fo)

(Mynd: Sunda.fo)

2022-03-24 14:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er loksins klárt hjá kommunuskrivstovuni í Sunda kommunu at flyta inn í hølini á Oyrarbakka aftur. Latið verður upp mánadagin, og í dag og í morgin er stongt vegna flyting.

Tað var fyri góðum ári síðan, at farið varð undir at umvæla kommunuskrivstovuna á Oyrarbakka. Bygningurin var ótíðarhóskandi og í sera ringum standi, og harafturat høvdu umsitingin og barnaverndin tørv á meira plássi. Tí varð avgjørt at fara undir at høvuðsumvæla bygningin, og taka tann partin av húsinum, har Posta hevur hildið til, upp í kommunuskrivstovuna.

- Sum so ofta, tá farið verður undir at umvæla gamlar bygningar, gjørdist arbeiðið meira umfatandi og nakað drúgvari enn ætlað. Afturfyri hava vit fingið ein fult dagførdan bygning, og eina tignarliga kommunuskrivstovu, har so at siga alt er gjørt av nýggjum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Tekjan, vindeygu og klædningur eru skift. Kvistur er bygdur niðaneftir, og innrætingin er broytt, fyri at fáa fleiri og betri arbeiðspláss. Veggir og loft eru skift so at øll bruna- og ljóðviðurskifti verða yvirhildin. Og eisini eru el- og rørleiðingar lagdar av nýggjum, og oljufýringin er skift út við jarðhita.

Meðan arbeiðið hevur verið í gongd, hevur kommunuskrivstovan húsast í fyribils hølum í Hósvíkar skúla, men nú er klárt at flyta norður aftur á Oyrarbakka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder