
Kommunuval verður tann 10. november, og tá skulu 199 kommunustýrislimir veljast í 29 kommunum.
Valstríðið er skotið í gongd, og her á Portalinum eru nógvir møguleikar fyri at gerast sjónligur og røkka veljaranum.
Lýsingar á netinum
Øll skulu sleppa framat, og tí hava vit ymsar møguleikar at lýsa. Við lýsingaskipanini Vevlýsingar ber til hjá valevnunum og flokkunum sjálvi at avgreiða sínar lýsingar á høvuðssíðuni portal.fo, men eisini á hinum síðunum í Portal-universinum, dagur.fo, roysni.fo, fiskur.fo osv.
Lýsingaveggir
Bøkjarabrekka, Tórshavn
Mannbrekka, Hoyvík
Eisini ber til at lýsa á lýsingaveggum í Havnini, Klaksvík og í Runavík. Í Mannbrekku í Hoyvík og í Bøkjarabrekku í miðbýnum í Havn, har túsundtals bilar koyra framvið hvønn dag, standa veggir klárir, og tveir veggir hjá Berg Motors á Hálsi umframt tveir hjá Bilrøkt á Velbastaðvegnum standa eisini klárir, har annar peikar niðan eftir móti Marknagili og hin út móti brúnni um Sandá.
Á Fornagørðum, Klaksvík
Runavík
Umframt nógvu møguleikarnir í Havn er lýsingaveggur á Fornagørðum miðskeiðis í Klaksvík og ein í miðbýnum í Runavík. Hesir lýsingaveggir koyra allir umvegis Vevlýsingar, og til ber at brúka somu lýsingar á netinum sum á lýsingaveggunum. Kostnaðurin er úr 25 krónum um tíman.
Lesarabrøv
Lesarin.fo er eisini til reiðar. Tað er ókeypis at leggja út lesarabræv, men møguleiki er eisini at sleppa beinleiðis gjøgnum tíðindastreymin á portal.fo.
Kostnaðurin fyri hetta er 1500 krónur, og lesarabrævið verður tá eisini sett á serliga gott pláss á forsíðuni á Portalinum í tvey samdøgur.
Kom í gongd
Tú kanst longu nú fara inn á vevlysingar.fo og avgreiða tínar lýsingar. Vitja vevlysingar.fo her.
Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við okkara søluráðgeva. Saman finna vit útav hvat besta loysnin er til tín tørv og hóskandi prís.
Borgar Kristiansen
tlf. 23 66 01
[email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald