Innanlands

Komu í neyð millum Tjørnuvík og Saksun

Tveir útlendingar vóru farnir til gongu í ringa veðrinum í gjár. Sjey tímar komu teir vátir og kaldir aftur

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2024-04-07 10:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast vánaliga veðri í gjár fóru faðir og sonur, úr Singapore, ein túr til gongu úr Tjørnuvík og ætlaðu sær at ganga eftir bygdagøtuni til Saksunar.

Men komnir hálva leið gjørdist sýnið so ringt, at teir mistu varðagøuna.

Í samráð við átaksleiðaran í Sunda kommunu blivu teir ráddir til at seta kósina aftur móti Tjørnuvík. Løgreglan samskifti javnan við teir, men tá teir komu móti Tjørnuvík funnu teir ikki oman av hamaranum, og fólk frá bygdini máttu niðan eftir teimum. Við hjálp frá Sundakort sum skrásetur allar varðarnar og gps varð funið fram til menninar.

Teir fóru úr Tjørnuvík klokkan hálvgun tólv og komu aftur til Tjørnuvíkar vátir og kaldir klokkan hálvgun sjey.

Alt spældi tíbetur væl av, men teir dugdu sjálvir væl at síggja, at hetta var býtt, sigur vaktleiðarin á løgregluni í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder