2019-09-13 02:08
Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin eru lidnar fyri í kvøld. Eftir fýra tímar við samráðingarborðið góvust teir nú klokkan nærkaðist tvey.
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, segði at teir vóru komnir nærri málinum, men at tað manglaði tað allar síðsta.
Flokkarnir hava avtalað at hittast aftur klokkan hálvgun níggju í morgin fyrrapartin. Sostatt hava teir bara ein tíma at samráðast í áðrenn Bárður á Steig Nielsen skal á fund við løgtingsformannin klokkan hálvgun tíggju at greiða frá støðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald