Fólkaflokkurin kom ikki á mál á tingbólkafundinum í dag, har endamálið var at finna eitt nýtt landsstýrisfólk í staðin fyri Jørgen Niclasen, sum segði landsstýrissess sín frá sær í farnu viku.
Christian Andreasen, tingbólkaformaður, segði við útvarpið fyri løtu síðani, at tey ikki komu á mál á fundinum í dag. Flokkurin hevur tørv á longri tíð at finna fram til eitt navn, sum løgmaður kann tilnevna til landsstýrisfólk.
Møguliga tekur tað nakrar dagar áðrenn vit eru komin á mál, segði Christian Andreasen.
Hann vildi ikki váttað, at tað er Jacob Vestergaard, sum hevur verið upp á tal.
- Vit hava havt fleiri nøvn til viðgerðar, bæði menn og kvinnur, men vit funnu ikki fram til nakra semju, segði Christian Andreasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald