Mentan

Kongalig vitjan á Amtmansborgini

Ævintýrferðin sýnir Shakespeare-leik fyri børnum á ólavsøku

2026-07-21 08:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á ólavsøku í ár verður forkunnug framførsla á Amtmansborgini í Havn til børn og barnsligar sállir. 

Tað eru teir báðir Dánjal og Búi úr Ævintýraferðini, ið fara at siga frá tí snedigu og syrgiligu søguni um Lear Kong.

Framførslan, ið er bygd á ein heimskendan leik hjá William Shakespeare, snýr seg um ein gamlan kong, ið eigur tríggjar ómetaliga óargaligar døtur, ið skikkað sær óvanliga illani. Ja, tær tríggjar døturnar skikka sær so mikið illani, at Lear Kongur at enda gerst púra ørur í høvdinum og rýmur úr borgini.

Hvat tær gera móti honum? Ja, tað noyðist tú at vitja Amtmansborgina í Havn fyri at finna útav.

Við tónlistarligum og leiklistarligum snildni, fara Dánjal og Búi at geva børnum á ólavsvøku innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið William Shakespeare hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins skaldaverk.

Til fyrstu sýningina 27. juli og sýningina 30. juli er longu útselt.

Annars verða sýningarnar:
Ólavsøkuaftan klokkan 16, 18 og 20
Ólavsøkudag klokkan 16, 18 og 20

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo, og við dyrnar ein tíma áðrenn sýning. 

Av tí at hølini í Amtmansborgini eru so serstøk er tað avmarkað atgong (50 fólk pr. sýning). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder