Uttanlands

Kongaligur tvíburaføðingardagur

Vincent og Josephine eru nú tannáringar

(Mynd: Dennis Stenild / Kongehuset)

(Mynd: Dennis Stenild / Kongehuset)

2024-01-08 14:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú eina knappa viku undan trónskiftinum í Danmark, er tað tveir yngri limir í danska kongshúsinum, sum stjala uppmerksemið.

Vincent prinsur og Josephine prinsessa fylla 13 ár í dag. Í hesum sambandi hevur kongshúsið almannakunngjørt eina nýggja mynd av tvíburunum.

Tey bæði yngstu børnini hjá krúnprinsahjúnunum komu til verðina 8. januar 2011 á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hesi seinastu árini hava tey bæði gjørt meira vart við seg.

Josephine prinsessa royndi seg sum sjónleikari í fjør í forteljingini um Peter Pan í Glassalinum í Tivoli. Her varð hon kallað Josephine Sophia Ivalo í leikskránni.

Tvíburabróðurin Vincent prinsur vísti síni kynstur sum rennari í fjør, longu áðrenn hann gjørdist tannáringur, tá hann vann á stórabeiggjanum, Christian prinsi, og pápanum, Fríðrik krúnprinsi, í Royal Run kappingini.

Vincent brúkti um 47 minuttir til at renna teir tíggju kilometrarnar í Keypmannahavn og Frederiksberg.

2023 var eitt serligt ár fyri kongshúsið, sambært Ritzau, serliga tí Christian, ið skjótt verður krúnprinsur, fylti 18 ár, og hetta varð hátíðarhildið við stórari veitslu. Og árið endaði við einum braki, tá Margreta drotning í nýggjársrøðu síni boðaði frá, at hon leggur frá sær 14. januar eftir 52 ár á trónuni.

Arvafylgjan til donsku krúnuna verður eftir 14. januar fyrst Christian prinsur, síðan Isabella prinsessa og so tvíburarnir, har Vincent kemur áðrenn Josephine.

Nú 13 ára gmali prinsurin varð føddur 26 minuttir undan tvíburasystrina, veit Billed-Bladet at siga í dag.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder