Mentan

Kongaligur stuðul til Føroya Symfoniorkestur

Nú verður farið undir at spæla tjóðsangin inn av nýggjum

Føroya Symfoniorkestur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroya Symfoniorkestur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-13 13:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið kongaligan stuðul frá grunninum hjá Hansara Kongaliga Hátign Henrik prinsi, sála.

Nevndin í “H.K.H. Prins Henriks Fond" hevur júst avgjørt at lata 65.000 krónur til Føroya Symfoniorkestur, og peningurin skal brúkast til nýggja innspæling av føroyska tjóðsanginum.

Hugskotið at innspæla tjóðsangin við okkara egna symfoniorkestri er gamalt. Men við stuðlinum frá "H.K.H. Prins Henriks Fond" er ætlanin komin so mikið langt, at væntandi verður tjóðsangurin innspældur í samband við nýggjárskonsertina í 2022. Orkestrið fer tá at innspæla eina instrumentala útgávu og eina útgávu við kóri.

Uttanríkis- og mentamálaráðið játtaði í vár symfoniorkestrinum 50.000 krónur til innspælingina, og nú hevur danska kongshúsið eisini valt at stuðla verkætlanini.

Kostnaður fyri slíka innspæling er 350.000 krónur.

- Vit eru sera takksom fyri og eyðmjúk yvir, at stovnar og grunnar í Føroyum og Danmark, virðismeta og stuðla arbeiðinum hjá symfoniorkestrinum. Vit høvdu neyvan fingið dygga stuðulin uttan tónleikarar og kórsangarar, ið leggja nógv fyri at góðskan á tónleikinum altíð er so høg sum gjørligt, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í orkestrinum.

Kongehuset.dk skrivar, at grunnurin hjá Hendriki prinsi lat seks slíkar gávur á 65.000 krónur, og so verður lagt afturat, at við hesum gávum verður grunnurin nú niðurlagdur.

Hendrikur prinsur, maður Margretu drotning, varð føddur Talence í Fraklandi 11. juni 1934. Varð doyptur Henri Marie Jean André de Laborde de Monpezat. Hann giftist Margretu krúnprinsessu av Danmark 10. juni 1967. Hendrikur prinsur doyði 13. februar 2018. 

[object Object]Henrdik prinsur, sáli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder