Í ár eru fleiri enn 4000 fólk deyð av meslingum í Demokratiska Lýveldinum Kongo, og 90 prosent av teimum eru børn undir 15 ár.
Hetta upplýsir Unicef, sambært tíðindastovuni Ritzau.
203.179 tilburðir afturat vórðu eisini skrásettir, men í hesum førinum eydnaðist tað sjúklingunum at gerast frísk aftur.
Sambært Unicef er talið á skrásettum meslingatilburðum higartil í ár meira enn trífaldað samanborið við talinum fyri alt 2018. Meslingar eru nú vorðnir ein meira deyðilig sjúka enn ebola, sum higartil hevur kravt 2.143 mannalív.
Sambært felagsskapinum WHO eiga uml. 95 prosent av fólkinum at vera koppsett fyri, at koppsetingin kann tryggja fólkinum móti eini sjúku, men bert 57 prosent av fólkinum í Kongo vórðu koppsett sambært tølum frá í fjør.
WHO metir, at upp móti 90 av ókoppsettum fólkum verða smittað, um tey koma í samband við ein persón, sum hevur sjúkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald