Danska Kongshúsið hevur í dag boðað frá, at Kongshjúnini koma til Føroyar á almenna vitjan í summar.
Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sigur Løgmansskrivstovan.
- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur Aksel V. Johannesen.
Kongafamiljan, tá krúnprinsafamiljan, í Mikladali í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrireikingarnar til vitjanina verða nú settar í gongd saman við øllum viðkomandi pørtum.
Seinast tey vóru í Føroyum var tað sum krúnprinsapar. Tað var á sumri 2018.
Túrurin til Føroyar er partur av einari rundferð hjá kongshjúnunum í Norðurlondum tíðliga í summar. Umframt Føroyar, fara kongshjúnini á vitjan í Svøríki, Noregi og Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald