2025-03-14 13:36

Nú verður tað. Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya 11.-13. juni og løgmaður Aksel V. Johannesen, verður vertur fyri hesari fyrstu vitjanini hjá kongshjúnunum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vitjanin skuldi eftir ætlan vera í juni í fjør, men orsakað av verkfalli, varð vitjanin útsett.
Kongshjúnini vitja í Havn, Vági, Fámjin, Tvøroyri og á Eiði, sigur Kongshúsið í fráboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald