Uttanlands

Kongshúsið fær 17 milliónir afturat

Tað hevur útreiðslur við sær, at Danmark nú hevur fingið nýggjan ríkisstjóra

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-10 16:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er dýrt at hava eitt kongshús. Danska forsætismálaráðið hevur lagt uppskot fyri fólkating, sum vísir, at árliga útreiðslan til kongshúsið nú økist úr 126,5 til 143,8 milliónir krónur. Hetta gonur fram í einum tíðindaskrivi frá forsætismálaráðnum.

Høvuðsútreiðslan er veitingin til ríkisovastan, regentin. Margretha drotning fekk í fjør 94 milliónir krónur, men við nýggju kongshjúnunum veksur henda upphædd. Veitingin til teirra verður nú 123 milliónir krónur, skrivar dr.dk.

Margretha drotning fær nú 12 milliónir krónur, eftir at hon hevur sagt ríkisovastaheitið frá sær.

Umframt hesar útreiðslurnar mælir stórnin til at játta 29 milliónir krónur til aðrar útreiðslur, sum eru knýttar at trónuskiftinum.

Í sambandi við skiftið eru hendar fleiri útskiftingar í starvsfólkahópinum. Eitt nú skulu brúkast 2,9 milliónir til tænastufólk hjá hóvinum, sum hava mist arbeiðið.

[object Object](Mynd: EPA)

Fýra milliónir til krúnprinsin

Í uppskotinum er eisini uppskot um pengar til Christian krúnprins.

Tá hann skipar sítt egna húsarhald, t.e. tá hann flytir heimanífrá, fer hann at fáa sjey milliónir krónur um árið.

Samstundis minkar veitingin til foreldur hansara við fýra milliónum. Tær fýra milliónirnar eru í dag oyramerktar til krúnprinsin í játtanini til foreldrini.

Til ta tí veksur útreiðslan til kongshúsið sostatt við trimum milliónum krónum.

Stutt eftir, at drotningin óvæntað á nýggjárinum boðaði frá, at hon leggur frá sær, boðaði danska stjórnin frá, at tað fer at vera neyðugt við fleiri pengum til kongshúsið og nýggju kongshjúnini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder