Innanlands

Kongsvitjanin útsett eitt ár

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at úsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11.-13. juni 2025

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-21 12:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ikki fyrr enn næsta summar, at kongshjúnini koma til Føroya á vitjan.

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at úsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11.-13. juni 2025. 

Nógv fólk løgdu orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá til vitjanina, sum upprunaliga skuldi vera 12.-14. juni í ár. Ætlanin er at halda fast í somu skrá til vitjanina næsta summar, tá ið kongshjúnini fara at vitja í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði, sigur Løgmansskrivstovan.

Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder