19 dagar eru til kongsvitjanina, so í løtuni halda vit okkum til, at vitjanin verður sum upprunaliga ætlað. Men vit fylgja við verkfallinum og vita, at tað kann spæla inn.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við FM1 í dag, í sambandi við at Fríðrikur kongur og Mary drotning koma at vitja í Føroyum 12. til 14. juni.
Verkfallið hevur nú vart í hálva aðru viku, men enn eru ongar samráðingar millum partarnar, og tað er ikki til at siga, nær glið kemur á. Tí er ein møguleiki fyri, at kongsvitjanin kann blíva ávirkað av hesum.
Um verkfall framvegis er eina viku undan vitjanini, mugu vit endurskoða ætlanina, og hyggja eftir um tað ber til at hava kongaliga vitjan, sum man upprunaliga ætlaði, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður við FM1.
Vanliga verður nógv gjørt burturúr tá kongalig vitjan er. Tað verður asfalterað, málað og mangt og hvat verður sett í stand.
Vitjanin byrjar 12. juni og endar 14. juni. Byrjað verður í Havn, síðani verður farið til Suðuroyar og endað verður á Eiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald