Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið avgerð um at útseta kongshjúnavitjanina, sum eftir ætlan skuldi vera í døgunum 12.-14. juni.
Orsøkin er óbroytta støðan við verkfallinum, skrivar Løgmansskrivstovan.
- Eg eri sera harmur um, at vit mugu útseta kongshjúnavitjanina. Eg veit, at mong við mær hava glett seg til at taka ímóti Fríðrikki kongi og Mary drotning. Fyrireikingarnar hava gingið væl og nógv fólk hava lagt stóra orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá, men vitjanin verður flutt og hildin, tá ið umstøðurnar, at hava eina kongaliga vitjan, eru tær røttu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Løgmansskrivstovan og Kongshúsið arbeiða við at finna nýggja dagfesting til vitjanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald