Longu í 2016 arvaði Maha Vajiralongkorn krúnuna frá pápa sínum, Bhumibol Adulyadej, sum lat lív eftir at hava verið kongur síðani 1946. Men í dag byrjaði krýning av nýggja konginum. Tað skrivar BBC.
Krýningar-sivenjan tekur tríggjar dagar, tá kongurin fær fimm merki fyri kongadøminum. Hon byrjaði við einum reinsingar siðvenju, tá hann varð vaskaður við vatni frá 100 ymsikum støðum kring landið.
Fyri nøkrum døgum síðani, gifti Tailendski kongurin seg við kvinnu úr herinum, sum hann hevur hildið saman við í langa tíð. Hon var útnevnd generalur í herinum í 2016, men er nú Queen Suthida.
Hóast Tailand er eitt konstitutionelt monarki, hevur kongafamiljan rættiliga nógv vald, og tað er eitt nú ikki loyvt at tosa ringt um kongafamiljuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald