Mentan

Konni Kass, Joe and the Shtboys, Jasmin og Helgi (DJ)

Fríggjakvøldið skipa Damidomi og Omnii fyri konsert í Perluni

2019-04-16 18:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi fríggjakvøld 19. apríl kl 20 skipa felagsskapirnir Damudomi og Omnii fyri konsert í Perluni á Tórsgøtu við Koni Kass, Joe & The Sh*tboys, JASMIN og Helgi (DJ).

Konsertin er partur av verkætlanini "Challenging the identity of Sound", ið bjóðar kvinnum og non-binerum menniskjum frálæru í ljóðtøkni og tónleikaframleiðslu. Hetta fer fram yvir tríggjar dagar. Fyrsti dagur tekur støði í heimaframleiðslu við farteldu. Dagur 2 fer fram í professionellum studio. Og dagur 3 verður í Perluni, har toymið setir upp hesa stóru konsertina við teimum fýra spennandi og háaktuellu nøvnunum.

KONNI KASS

Aftan á debutútgávuna, Haphe, sum kom út í 2016, hevur Konni Kass verið á fleiri konsertferðum í Evropa, umframt at hava spælt á festivalum sum Iceland Airwaves, Spot, Bylarm, Reeperbahn, Eurosonic og Roskilde.
Seinastu tíðina hevur hon arbeitt við nýggjum tilfari, sum lovar framúr gott fyri komandi Konni Kass kapittulin. Fríggjakvøldið fer Konni á pallin solo.

JASMIN

er eitt tað feskasta navnið á føroyska tónleikapallinum. Songkvinnan við heitu og stóru røddini hevur júst vunnið virðislønina “Ársins Kvinnuligi Sangari” á FMA. Ummælarar í Kvørnini hava eisini kalla JASMIN fyri nýggja føroyska stjørnuskotið.
Síðan í fjør hevur JASMIN latið fleiri løg frá sær.  Tónleikurin er egin og livandi alternativur poppur, ið fer beint í mergin, og løgini “Baby Blue”, “Make Sense”, “Remember”  og “Any Other Night” verða tráspæld í útvarpinum.
Jasmin fer á pallin fríggjakvøldið saman við trummuleikaranum Harald Fonsdal Johannesen, og saman fara tey at levera eitt alternativt setup, ið eingin hevur hoyrt fyrr.


JOE & THE SHITBOYS

eru spildurnýggir á føroyska tónleikapallinum og hava júst seinasta fríggjadag givið út tíggju provokerandi og catchy slagarar á plátuni “The Reson for Hardcore Vibes”. “Týdningarmiklasta føroyska sh*tpunk útgávan í ár”, kallast hon eisini.
Joe & the Shitboys høvdu eina reyvasparkandi framførslu á ársins FMA. Har varð sligið fast um allar geilar, at hesir lortaendarnir eru komnir fyri at vera. Joe er Fríði Djurhuus, og lortaendarnir eru Sigmund Zach, Sjúrður Sam og Jónsvein Mikkelsen.

HELGI

Dan Helgi í Gong, aka Helgi, er audio-visuellur listamaður og diskari. Hann arbeiðir tvørtur um miðlar og ger upp við normar um kropp og kynsdefinitiónir.
Fríggjakvøldið fer hann at diska áðrenn, ímeðan og aftaná hini framførandi á skránni.

Keyp atgongumerki á torsgota.fo

Aftaná konsertina heldur kvøldið á í Sirkus, har Springarasystrar diska frá 24-04.

Tað er ókeypis atgongd í Sirkus.

Verkætlanin er stuðlað av Nordisk Kulturfond, Mentanargrunni Landsins og Tórshavnar kommunu.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder