Fyri viku síðani útgav Konni Kass nýggju útgávuna Diplopia, ið er onnur útgávan hjá sangaranum, saksofonleikaranum og sangskrivaranum.
Nú fer hon á konsertferð í Danmark, har hon hevur verið á konsertferð áður. Har verður tónleikur frá nýggju útgávuni at hoyra. Konni hevur tónleikarnarnar Torleik Mortensen á bassi, Knút Háberg Eysturstein á tangentum og Per Ingvald Højgaard Petersen á trummum, við sær.
Áður hevur Konni Kass hevur millum annað spælt á Roskilde Festival, Iceland Airwaves, Reeperbahn Festival, by:Larm, Spot Festival og Eurosonic.
Jasmin verður eisini við á túrinum. Bólkurin hevur áður spælt á festivalum í Danmark og Noregi og hevur áður staðið á odda fyri útgávum sum til dømis Baby Blue, Any Other Night og Signals.
Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin við songkvinnuni við sterkur røddini fer á slíka konsertferð. Ferðin verður saman við tí hjá Konni Kass, og skulu føroyingarnir spæla á seks ymsum støðum í Danmark í næstu viku.
Danska songkvinnan Stephanie Meincke hitar upp á kosertferðini.
Konsertirnar eru:
30/08/2021 - Café Støj - Århus
31/08/2021 - Kulturværftet - Helsingør
01/09/2021 - Engelsholm - Bredsten
03/09/2021 - Templet - Lyngby
04/09/2021 - Harders - Svendborg
05/09/2021 - Lille Vega - København
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald