Í dag, flaggdagin 25. apríl, er Skanderborg Brass Band komið á konsertferð í Føroyum. Næstu dagarnar eru konsertir á skránni ymsastaðni, og sunnudagin verður ein heilt serstøk.
Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Skanderborg Brass Band hevði eitt serligt ynski um at framføra í gjónni við Gjógv.
Mynd: Pól Sundskarð
Hetta varð játtað, og sunnudagin 28. apríl verður konsert í gjónni. Hon byrjar klokkan 14 og er ókeypis.
Sambært sunda.fo gleða tey í Skandderborg Brass Band seg ótrúliga nógv at knýta tónleika bond og framføra fyri føroyingum.
Bólkurin er frá 1983. Limirnir eru í nógvum ymiskum aldursbólkum og eru von at spæla til ymiskt tiltøk í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald