Mentan

Konsert í Gøtu kirkju

Kórið Hjá Jóhan fer at syngja í Gøtu kirkju leygardagin

2018-11-20 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 24. november hevur Kórið Hjá Jóhan konsert í Gøtu kirkju.

Kórið er av Skálafjørðinum og er eitt blandað kór við eini 35 sangarum, har tey flestu eru pensiónistar. Kórleiðari er Jóhan Mortensen, ið eisini sjálvur er pensiónistur.

Konsertin byrjar klokkan 16.

Anja Hansen spælir klaver, og Ester Hansen spælir tvørfloytu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder