Mentan

Konsert í haganum við Xperiment

Kórið skipar fyri gongutúri við innløgdum konsertum

2020-06-19 07:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rútmiska ungdómskórið Xperiment hevur seinastu árini verið frammi við kórsangi, ið ikki líkist hinum.

Tey hava sungið gamlar føroyskar sangir, sum havi verið lætnir í nýggjan ham. Nú er møguleiki at upplivað hendan sangin á nýggjan hátt.

Leygardagin fer kórið ein gongutúr, har tey fara at undirhalda á vegnum. Túrurin gongur av Argjum til Kirkjubøar. Við á túrinum verður eisini ein ferðaleiðari, sum fer at greiða frá ymsum á túrinum, og í Kirkjubø verur eisini ein rundvísing og kaffi/te og køka.

Kostnaður fyri luttøku á túrinum er 100 krónur, og fer hesin peningurin til upptøkur av nýggjum sangum hjá kórinum.

Neyðugt er við tilmelding á Facebooksíðuni hjá Xperiment.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder