Í hesum døgum er norska kórið Humla úr Molde á vitjan í Føroyum.
Kórið var stovnað í 2007 og í hesi 12 árini hevur kórið havt 2 kórleiðarar. Hans Iversen úr Kvívík tók við á sumri í 2017. Kórið telur vanliga 35 sangarar, teir flestu úr Molde; tó koma nakrir úr grannakommununum til føstu venjingarnar eina ferð um vikuna.
Leygardagin kl. 17 fer kórið at hava konsert í miðhøllini Leirvíkar skúla, har kórið Eystanljóð er vertur og “hitar upp".
Á skránni verða norskar/norðurlenskar vísur og popp tónleikur úr 50, 60, 70 og 80 árunum, ein føroyskur sangur og ein sangur við uppruna úr samiskum joiki.
Umframt hetta verða nakrir felagssangir á skránni, ið onkursvegna bæði hava føroyskt og norskt tilknýti, so sum liten Fugel hjá Vamp, sum sum er umsettur til føroyskt, og Elisabet og Elinborg umsettur til Norskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald