Í sambandi við Vetrarjazz 2020 koma nógvir altjóða bólkar at vitja Havnina síðstu vikuna í januar. Ein av teimum hevur tó valt at breiða seg eitt sindur longri út, og kemur norð í Sundalagið at kunna seg um Kingo sang.
Talan er um bólkin ELT, sum saman við Dáva Juul Magnussen skipa fyri felagskonsert við Kingobólkinum úr Tjørnuvík, í Norðskála Kirkju sunnudagin 26. januar klokkan 16.
Bólkurin ELT er mannaður av Kit Downes (orgul) og Tom Challenger (saksofon) úr Bretlandi, umframt Ingebjørg Loe Bjørnstad (sang) úr Noregi. Tey spæla frítt improviseraðan tónleik, sum er grundaður á siðbundnar gamlar norskar sálmar frá Ingebjørg, saman við einkla, róliga og kensluríka undirspælinum frá Kit og Tom, í hava spælt saman sum duet í nógv ár. Eiitt nú hjá navnframa plátufelagnum ECM Records.
Dávur Juul Magnussen er solo trombon í Royal Scottish National Orchestra, og hevur fyrr skipað fyri konsert í Sunda Kommunu. Hetta var stóra hornkonsertin, Bergmál, á pollinum í Saksun. Hann hevur arbeitt saman við tónleikarunum í ELT fyrr, og tá hugskotið um at fara til Føroyar stakk seg upp, var Dávur vísur í, at hesir tónleikarar máttu sleppa at uppliva veruligan Kingo sang.
Dávur Juul Magnussen
– Eg veit at Kingobólkurin fer at geva mær og ELT stóran íblástur. Kingo sangurin er eitt frumkent eindømi sum vit eiga í Føroyum. Løgini eru skapt í ávísari isolatión og skilja seg tí frá øllum øðrum. At lurta eftir honum, er sum at síggja beinleiðis aftur til okkara forfeðrar. Tað kennist næstan, sum sita teir har beint við liðina á tær meðan tú lurtar, og hetta er tað sum fólkini í ELT eisini vilja uppliva og skapa. Vit eru sera heppin at eiga okkara egna Kingobólk sum heldur hesum serliga ljóðinum livandi, sigur Dávur Juul Magnussen.
Konsertin verður ein samanrenning millum føroyskan og norskan siðbundnan tónleik, og nýmótans improviseraðan tónleik, og Kingo sangurin fer at ávirka gandakenda ljóði hjá ELT og Dáva. Konsertin verður ein livandi samrøða við fortíðina.
Konsertin er stuðlað av Sunda Kommunu, og sum partur av vitjanini fer Dávur Juul Magnussen eisini at vitja Skúlan við Streymin og Musikskúlan hjá Sunda Kommunu mánadagin 27. januar at undirvísa í tónleiki, tónleikasøgu og tónleikavísind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald