Mentan

Konsert: Kend nøvn verða til Klingra

Virðislønti bólkurin Afenginn hevur funnið saman við føroyskum tónleikarum og mynda nú bólkin Klingra. 8. desember verður konsert í Norðurlandahúsinum

2020-12-02 10:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fleiri føroyingar kenna óivað útgávuna Klingra hjá Afenginn, sum vann eina FMA fyri bestu útgávu og besta tekst í ár. Fleiri føroyingar góvu sítt íkast til útgávuna, og samstarvið royndist so væl, at ein nýggjur bólkur spurdist burturúr: Klingra.

Sjálvir siga teir, at tónleikurin sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik. Ella er talan um eina heilt nýggja tónleikagrein nevnd “indie klassiskt”.

Bólkurin er mannaður við tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Noregi, Letlandi og Føroyum, nevniliga nemlig Kim Rafael Nyberg, Dánjal á Neystabø, Heðin Ziska Davidsen, Maggie Björklund, Mikael Blak, Knut Finsrud og Romans Komars.

Nú er Klingra til reiðar við nýggum tónleiki, sum teir frumframføra í Norðurlandahúsinum 8. desember.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder